Tey í Miðflokkinum eru sera misnøgd við, at Sjúrður Skaale ikki hevur boðið teimum at vera við í kjakinum um fosturtøku, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri í Miðlahúsinum mikukvøldið.
Sjúrður Skaale hevur boðað frá, at har verða umboð fyri fýra flokkar við í kjakinum, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Eisini vera umboð fyri tey politisku ungmannafeløgini – eisini hjá Miðflokkinum.
Í tíðindaskrivi frá Miðflokkinum sigur flokkurin, at tað at útihýsa Miðflokkinum frá kjaki um fosturtøku er sum at útihýsa Tjóðveldi frá kjaki um blokkin.
– At útiloka Miðflokkin svarar til, at skipa fyri almennum kjaktiltaki um blokkin uttan umboð fyri Tjóðveldi ella Sambandi. Hví man Sjúrður útihýsa Miðflokkin úr kjakinum. Er hann bangin fyri greiðari talu? Bangin fyri mótspæli, spyr Miðflokkurin.
Samstundis vísir flokkurin á, at mótstøða ímóti fosturtøku eitt av aðalmálum Miðfloksins, og at Sjúrður Skaale tilvitað frávelur luttøku Miðflokksins er einki annað enn undrunarvert, heldur flokkurin.
– Møguliga heldur Sjúrður, at hann setur dagsskránna í fosturtøkumálinum. Sjúrður veit helst ikki, at Miðflokkurin áhaldandi hevur havt málið frammi við millum annað sjey lógaruppskotum og níggju skrivligum fyrispurningum á Løgtingi, umframt at UfM eisini hevur varpað ljós á fosturtøku við kjakum og tiltøkum, skrivar Miðflokkurin.