Einki øki funnið – enn

Tað er rætt, at trupulleikar vóru við ruskinum í Porkeri í fjør, men tað komst av verkfalli. Hinvegin er rætt, at tað hevur tikið tíð at finna eitt nøktandi øki at goyma ruskbingjunum, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri

BINGJUPLÁSS



Tað hevur tikið sína tíð hjá Porkeris kommunu at finna eitt hóskiligt pláss at hava ruskbingjurnar standandi. Og enn er eingin endalig loysn funnin, men Eli Frederiksen, borgarstjóri, sigur, at nú sær út til, at ein loysn er í eygsjón.

- Tað má jú verða rímiliga høgligt hjá fólki at sleppa til, og uttan at kunna geva vissu fyri tí vænti eg, at ein loysn verður funnin innan alt ov langa tíð, sigur Eli Frederiksen.

Onkur hevur hug at fílast á, at ruskbingjurnar sum er standa á keiøkinum, og Eli Frederiksen viðgongur, at tað vóru trupulleikar eitt tíðarskeið í fjør.

- Men hetta komst av verkfalli, so tað bar ikki til hjá IRF at heinta ruskið. Síðani tá hevur einki verið at merkt til hvørki lukt ella annað, sigur borgarstjórin í Porkeri.

Hetta, at bæði seyður, fuglur og rottur gera sær dælt í ruskdungunum og dragsa í eyst og vest, vísir Eli Frederiksen aftur.

Bingjurnar eru afturlætnar, so eingi kríatúr sleppa fram at ruskinum. Bingjurnar til óbrennbart standa enntá undir lási. Haraftrat royna vit altíð at halda plássið so reint og ruddiligt sum gjørligt, so tað skuldi eingin trupulleii verið av økinum, sigur Eli Frederiksen, sum tó viðgongur fyrr at hava lovað, at fáa ruskplássið flutt til eitt betur hóskandi øki.