Einki kemur av ongum

- Hetta er eitt úrslit av góðari og neyvari planlegging, samstarvi, ídni, fakligheit og áræði, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Jólini koma til Havnar, tá vit tendra træið á Tinghúsvøllinum. Tá letur stóra átakið “Jól í Miðbýnum” eisini upp, so øll við barnsligari sál fáa eina góða uppliving í býnum.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum hóast hann hevur úr at gera um jólini, altíð gleðir seg sum eitt barn til alla jólastákanina.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað kemur ikki av sær sjálvum, at miðbýurin og gamla Havnin eru so snotulig og vøkur á at líta, nú vit eru komin inn í jólamánaðin.

 

- Hetta er eitt úrslit av góðari og neyvari planlegging, samstarvi, ídni, fakligheit og áræði. Tí fari eg at takka øllum, sum hava fyrireikað, sett upp og pyntað, soleiðis at rættiligur jóladámur er í miðbýnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.