- Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sum hin 72 ára gamli løgtingsmaðurin tekur til. Hann heldur, at nú Føroyar eru eitt valdømi, er líka mikið, um hann er á listi í Norðoyggjum ella í Suðurstreymoy. Hóast Heini O. Heinsen ikki slapp á listan, sum Norðoya Tjóðveldisfelag hevur gjørt til løgtingsvalið komandi, er higartil á flokstinginum í Haraldsundi í dag ikki fallið eitt einasta orð um hetta.
Hinvegin hevur hetta verið uppi at venda úti í túninum, tá steðgur hevur verið. Fólk ynskja Heina góða eydnu, nú hann er í uppskoti til listan í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Sjálvur sigur Heini, at nú allar Føroyar eru eitt valdømi, er ikki so avgerandi, hvørjum listan valevnini eru á, og at hann líka so væl kann verða á lista í Suðurstreymoy sum í Norðoyggjum.
- Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sum hin 72 ára gamli løgtingsmaðurin tekur til.
Nógv fólk eru á flokstingi í Haraldsundi, og lagið er gott. Eingin illstøða, og einki kegl, sum stingur djúpt.
Í løtuni verður ein yvirlýsing orðað, sum verður framløgd og væntandi samtykt, áðrenn flokstingið endar um ein góðan tíma ella so.
Portalurin fer ætlandi at leggja yvirlýsingina út, áðrenn farið verður úr Haraldsundi seinnapartin.
Í kvøld verður veitsla í Bygdarhúsinum í Haraldsundi, har flokstingið hevur verið hildið í dag og í gjárkvøldið, og sagt verður, at sløk 100 fólk nú longu, áðrenn tingið er liðugt, hava teknað seg til veitsluna.
Talið av fundarfólki á flokstinginum hevur bæði í gjár og í dag ligið væl omanfyri 100.