- Einki kann lýsa hvat eg sá og føldi

Litaviski forsætisráðharrin hevur vitjað í Ukraina í dag, og hon er skakað.

Fleiri ríkisleiðarar hava vitjað í Kyiv, síðan Russland gjørdi innrás í landið hin 24. februar.

 

Ingrida Šimonytė, sum er forsætisráðharrin í Litavia, hevur í dag verið á vitjan, og hon er skakað.

 

Á Tvitter skrivar hon, at vitjanin byrjaði í Kyiv-forstaðnum, Borodjanka, haðani russiskar herdeildir nýliga eru farnar.

 

- Eingi orð kunnu lýsa, hvat eg sá og føldi, skrivar Ingrida Šimonytė á Tvitter.

 

Sambært myndum frá vitjanini, hevur forsætisráðharrin í Litavia við egnum eygum sæð býarpartar, sum eru lagdir í oyði.

 

Í dag hevur eysturríkski kanslarin, sum hin fyrsti leiðarin í vesturheiminum síðan russisku innrásina í Ukraina, verið í Moskva og hitt russiska forsetan.

 

Einki er, sum bendir á, at vitjanin hjá kanslaranum hevur fingið Vladimir Putin at broyta hugburð um hansara krígsførslu.

 

Eysturríkski leiðarin sigur, at tað var ein køld vitjan í russiska høvuðsstaðnum í dag.

 

##med2##