Einki kópatvøst til sjúklingar í Danmark

Tað letur seg ikki gera hjá grønlendska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn at bjóða sjúklingum kópatvøst, tí tvøstið hevur onga heilsufrøðiliga góðkenning.

 

Sambært Sermitsiaq fekk køkurin í grønlendska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn, sum er íbygt føroyska sjúklingaheiminum, ikki kópatvøst frá privatum í Grønlandi í alt 2019, og hetta hevur sambært heimasíðuni eisini verið støðan higartil í 2020.

Men, sjúklingar, sum búgva á grønlendska sjúklingaheiminum, kunnu taka ímóti kópatvøsti upp á egna ábyrgd, sum tað verður rópt. Skulu grønlendskar matvørur innflytast ti Danmarkar, krevur tað, at rávørurnar fyrst skulu hava eina matvørugóðkenning.

Hetta merkir, at grønlendska sjúklingaheimið brúkar Brugseni og Neqi A/S sum veitara av kjøtvørum úr Grønlandi. Sjúklingaheimið kann tískil ikki taka ímóti matvørum - og soleiðis heldur ikki kópatvøsti - sum verða seldar á tilvildarligum marknaði í Grønlandi uttan heilsufrøðiliga góðkenning.

Í greinini í Sermitsiaq verður víst til eina kostkanning, sum er gjørd á grønlendska sjúklingaheiminum, og sum júst er býtt út til limir í grønlendska landstinginum. Í kanningini verður eisini víst á, hvussu grønlendskar rávørur í størri mun kunnu fáast til sjúklingaheimið í Keypmannahavn.

Grønlendska landstingið hevur álagt landsstýrinum at kanna, hvat skal til fyri, at grønlendskir sjúklingar í størri mun kunnu fáa fatur í fleiri grønlendskum rávørum, meðan grønlendingar eru í Keypmannahavn til sjúkraviðgerð.

##med2##