Tríggir fjórðingar av arbeiðsplássunum í Bretlandi pynta ikki til jóla, tí tey bera ótta fyri, at tað kann kennast stoytandi fyri tey, sum hava aðra trúgv enn ta kristnu. Tað vísir ein kanning. Hon vísir eisini, at fleiri halda tað vera óhóskandi at hava jólapynt á skrivstovum, tí tað tekur dámin av skrivstovunum sum verulig arbeiðspláss. Bretskir kirkjuleiðarar hava ávarað fólk og fyritøkur ímóti at avkristna jólini, tí tað kann fáa fólk at seta seg upp ímóti eitt nú muslimunum í Bretlandi.