Orsøkin til at Internet-Sosialurin nú kemur út á netið í skerdum líki er, at tað ikki bar til at leggja Sosialin út á netið mánadagin, tá blaðið varð skrivað.
Telefonverkið hevur lýst í útvarpinum við, at sambandið fór at vera óstøðugt mánadagin og týsdagin. Men ikki fyrr enn í dag (mikudag) bar til hjá okkum at fáa sambandið í lagi aftur.
Tað tilfar, sum enn ikki er komið á netið, kemur seinni.
Vónandi hava umleggingarnar á Telefonverkinum bøtt um internetsambandið sum heild.
Sosialurin biður lesarar blaðsins orsaka slitið.