- Tað er í samgongu við Fólkaflokkin, ið eg havi sagt, vit ikki fara, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Fundur um tunnilsmálið verður mánadagin, og sum skilst er komið ógvuliga nær einari semju.
Tað er Suðurbólkurin og floksformenninir, sum hava fundast um tunnilsloysn, og tað verða eisini teir, sum skulu fundast mánadagin.
- Jú, eg rokni við, at endalig semja verður gjørd á fundinum mánadagin, sigur Aksel V. Johannesen.
Men hvussu ber tað til hjá formanninum í Javnaðarflokkinum at samstarva við Fólkaflokkin?
- Tað ber væl til. Eg havi bara sagt, at eg fari ikki í samgongu við Fólkaflokkin, sigur Aksel V. Johannesen.










