Einki illgrunasamt um vanlukku

Í gjáramorgunin var líksýn av 44 ára gamla kavaranum, Jákup Andriasi Hentze, sum læt lív í arbeiðsvanlukku í Akkersvík á Hvítanesi mikudagin. Sambært løgregluni kom einki illgrunasamt undan kavi í hesum sambandi.

Seinnapartin í dag verður so obduktion, tað tey rópa líkskurður, tá fólk úr Danmark eru komin til Føroya. Líkskurðurin skal ætlandi staðfesta deyðsorsøkina hjá 44 ára gamla kavaranum, eftir at tveir starvsfelagar høvdu funnið hann sitandi á botninum, og maskan var tikin av andliti hansara.

Hóast teir báðir kavararnir, sum komu fram á Jákup Andrias Hentze, fingu hann upp á turt og veittu fyrstu hjálp, til sjúkrabilurin kom á staðið, og portørarnir arbeiddu víðari við manninum, stóð lívið hjá honum ikki til at bjarga, og klokkan 15.20 mikudagin staðfestu tey á Landssjúkrahúsinum, at hin 44 ára gamli kavarin var deyður.