Alibrúkið í Árnafirði er ikki rakt av ILA hóast alt. Sterkur illgruni var annars um ILA í fyrrverandi alibrúkinum hjá Hellisvað, sum Vestlax og Havsbrún nú hava keypt.
Hetta vísir seg tó ikki at vera rætt. Gjøllari kanningar av royndunum vísa, at talan ikki var um ILA-smittuna. Hetta sigur Peter S. Østergaard á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tó er BKD-smittan staðfest á fjørðinum.