- Eg havi ikki hoyrt eitt einasta orð frá pørtunum, og vit taka ikki stig til nakað, so leingi sum ongar broytingar eru, sigur semingsmaðurin, Terji Sigurðsson. Tað var seint seinnapartin mánadagin, at semingsmenninir í trætuni millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini noyddust at ásanna, at eingi útlit vóru til semju millum partarnar. Útlitini vóru tá so vánalig, at semingsmenninir onga nyttu sóu í at leggja semingsuppskot fyri partarnar.
Partarnir skiltust, og Føroya Reiðarafelag heitti beinanvegin á øll ísfiskaskip undir Føroyum um at gevast at fiska og koma til lands, tí eingin sáttmáli nú var millum partarnar.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur í morgun, at teir hava ikki hoyrt eitt einasta orð, síðan partarnir skiltust seint mánadagin.
- So leingi, sum ongar broytingar eru, taka vit ikki stig til nakað, sigur semingsmaðurin.
Líkt er soleiðis til, at verkbannið, sum er galdandi, kann fara at taka drúgva tíð.
Føroya Reiðarafelag vil hava, at manningin luttekur í øktu oljuútreiðslunum í øllum skipabólkum, men tað vilja manningarfeløgini ikki hoyra talan um.
Sum er, luttekur manningin umborð á línuskipum og flakatrolarum í oljuútreiðslunum, men ikki í hinum seks skipabólkunum, sum eftir eru.
Manningarfeløgini hava sagt seg sinnað at tosa um teir skipabólkar, har trupulleikarnir eru størstir, men tey vilja ikki hoyra talan um, at manningin luttekur í oljuútreiðslunum í øllum skipabólkum - yvir ein kamb.
Føroya Reiðarafelag heldur, at hevði manningin verið við til at borið øktu oljuútreiðslurnar, hevði hesin spurningur verið loystur, og soleiðis hevði oljan ikki verið ein afturvendandi knútur millum partarnar.










