Føroysk svimjing er í rúkandi menning. Tað eru fleiri føroysk met síðani ársskiftið eitt greitt dømi um, og í Reykjavík International Games um vikuskiftið gjørdu føroyingar bart.
Jón Bjarnason, venjari hjá SuSwim og hjá eitt nú Sáru R. Nysted, sum gjørdi tað framúr í Reykjavík, peikar á nøkur ting, sum hava havt hesa góðu gongdina við sær.
- Okur hava meira pláss nú nýggja høllin er komin. Sova nokk, eta skilagott og venja nógv. Einki hokus pokus, sigur Jón Bjarnason við Sosialin í dag.
Í Sosialinum í dag er drúgvari samrøða við Jón Bjarnason, har hann eitt nú greiðir frá hørðu venjingini um jólini og hvørja ávirkan Páls Høll hevur havt. Eisini ber til at lesa hvussu serliga góð tann eina tíðin í Reykjavík var.