- Einki høpi í skuldsetingunum

- Vit brúka slett ikki kemisk evnir umborð á Hans á Bakka. Hugskotið við Hans á Bakka er at brúka feskvatnsviðgerð. So har er einki høpi í skuldsetingunum. Tá báturin kom í heyst, tá gjørdu vit onkra roynd við hydrogen peroxide í tveimum ringum, men síðani tá hevur hann bara brúkt feskvatn.


Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, tá hann verður spurdur um lesarabrævið hjá Kára Thomsen, har hann millum annað leggur brunnbátin hjá Bakkafrost, Hans á Bakka, undir at dumpa kemisk evnir í føroysku firðunum.


Eisini uppáhaldið um, at laksalúsin er um at gerast mótstøðufør mótvegis feskvatni, afturvísir Regin Jacobsen.


- Tað eru als eingin tekin um, at lúsin er við at gerast mótstøðufør móti feskvatni. Vit hava bara viðgjørt ein ring tvær ferðir við feskvatni, og í báðum teimum førunum var effektin upp móti hundrað prosent, og alt varð samlað upp umborð. So hevur tú eina effekt upp móti hundrað prosent, og alt verður samlað umborð, so er ikki so grúiliga nógv, ið kann blíva mótstøðuført.


Stjórin í Bakkafrost metir tó, at tað er órealistiskt at vænta, at tað fer at bera til at niðurberja lúsina uttan at brúka okkurt slag av kemiskum evnum í framtíðini.


- Laksalúsin er ein partur av okkara gerandisdegnum, hevur verið tað síðani alingin byrjaði í Føroyum og kemur nokk at vera tað, ið setir dagsskránna í alla framtíð. Tað ivist eg ikki í. Men í løtuni leggja vit stóran dent á at niðurberja laksalús uttan nýtsluna av kemiskum evnum, og at finna fleiri hættir at niðurberja laksalúsina uttan kemisk evnir.


- Men at kemiskar viðgerðir slett ikki fara at verða brúktar í framtíðini, tað trúgvi eg er órealistiskt. Men eg trúgvi uppá, at vit kunna hava eina aling í framtíðini, ið kemur at vera, í høvuðsheitum, við lívfrøðiligum og tekniskum niðurberjingarháttum við feskvatni og øðrum, men at man so onkuntíð verður noyddur at brúka kemisk evnir.


Sum heild heldur stjórin í Bakkafrost lítið um lesarabrøvini hjá Kára Thomsen um alivinnuna.


- Tað er alla vegin ígjøgnum við tí, ið Kári Thomsen kemur við. Tað hevur einki við veruleikan at gera. Hann livir í síni egnu verð, og tað hann skrivar hevur einki hald í veruleikanum. Hann er ikki áhugaður í dialogi ella at kanna fakta.