Sverri Sandberg Nielsen, liðfelagi hansara og guli dupultskullarin eru júst komnir á mál í World Cup stevnuni í Sidney.Teir hava umboðað danska landsliðið í kappróðri til World Cup stevnuna í Sidney. Sverri Sandberg Nielsen og liðfelagin róðu í A-finaluni, og blivu teir aftastir í teirri finaluni. Tó vóru bert trý sekund upp til fjórðbesta bátin.
Sverri Nielsen og liðfelagin vóru væl við fyrstu 1000 metrarnar. Eftir 1000 metrar dragnar báturin hjá Sverra, og teir síðani liggja og stríðast um fjórða plássið. Teir vóðru akkurát ov stuttir til fjórða plássið. Tíðin hjá Sverra Nielsen var 6.34.38.
Úrslitini í A-finaluni vóru hesi:
| Result World_Rowing_Cup_I_2014,_Sydney - Race 516: M2x Final A | ||||||
| Rank | Boat | 500 m | 1000 m | 1500 m | Finish | Lane |
| 1 | LTU | 1:31.16 (1) | 3:06.58 (1) | 4:42.56 (1) | 6:15.10 | 5 |
| 2 | AUS1 | 1:33.12 (4) | 3:09.24 (3) | 4:45.12 (3) | 6:17.43 | 4 |
| 3 | ITA | 1:31.57 (2) | 3:08.52 (2) | 4:44.78 (2) | 6:20.48 | 3 |
| 4 | USA | 1:33.59 (5) | 3:11.61 (4) | 4:51.38 (4) | 6:31.27 | 1 |
| 5 | AUS2 | 1:34.35 (6) | 3:13.50 (6) | 4:54.83 (5) | 6:32.87 | 2 |
| 6 | DEN | 1:32.87 (3) | 3:11.73 (5) | 4:54.88 (6) | 6:34.38 | 6 |









