Tað var ikki fyrr enn í triðja FM róðrinum á Eystanstevnu, at genturnar úr Miðvági umborð á Beintu løgdu seg út í FM kappingina. Á Norðoyastevnu og á Sundalagsstevnu vóru tær nummar trý. Á Skálafjørðinum vunnu tær, og síðani hefti einki fyri teimum, og soleiðis var tað eisini á Ólavsøku.
Ørnin úr Sandavági fekk besta startin, og eina løtu totaðust vágabátarnir báðir – Beinta og Ørnin – um fremsta plássið, meðan Falkur, ið hevði møguleika at vinna FM, ikki fekk so góðan start.
Meðan Beinta streyk frá hinum, so gjørdist kappingin um næstfremsta plássið sera tøtt. Ta kappingina vann Falkur, meðan Ørnin endaði á triðja plássi.
1 Beinta 04:54.16
2 Falkur 04:56.12
3 Ørnin 04:57.11
4 Sílið 04:57.19
5 Tjaldrið 05:05.03
6 Silja 05:06.14
7 Tambar 05:09.12
Endaliga støðan
1 Beinta (FM vinnari) 45
2 Falkur 42
3 Sílið 32
4 Ørnin 27
5 Tjaldrið 24
6 Silja 14
7 Tambar 9
8 Fípan Fagra 2