- Eg má siga, at eg bleiv eitt sindur skakkur tá eg hoyrdi tað, tí eg kenni ikki hatta aftur. Eg haldi tað er løgið løgmaður kemur við slíkum pástandum, tá hann mær vitandi ikki hevur nakað at halda tað í.
Tað segði Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik og næstformaður í felagnum Føroyskir Peningastovnar við tíðindini hjá Kringvarpinum á middegi.
Bankastjórin varð spurdur um áheitanina hjá løgmanni á peningastovnarnar um at gera sítt til at tálma høgu sethúsaprísirnar.
- Latið vera við at trýsta sethúsaprísirnar upp. Søgan eigur at fáa tykkum at ræðast, segði løgmanni í røðu síni, tá løgtingið bleiv sett á ólavsøku.
Við útvarpið sigur Árni Ellefsen, at hagtølini vísa, at prísirnir eru hækkaðir munandi meira enn útlánið hjá bankunum, og tí metir hann tað vera skeivt, at geva bankunum ábyrgdina fyri príshækkingina.
- Okkara útlán til privat húskir í Føroyum er bara hækkað við trimum prosentum, meðan húsaprísirnir eru hækkaðir nógv meira. Tað týðir upp á tað eru eginbetaling og frívirðir í húsunum í Føroyum, segði Árni Ellefsen við útvarpið.










