Løgreglan hevur nú slept málinum ímóti trimum monnum, sum vórðu skuldsettir fyri neyðtøku á G festivalinum seinast. Tað váttar Jógvan Páll Lassen, sum var verji hjá monnunum.
Hjá ákæruvaldinum í Føroyum føla tey seg ógegnið og tí vilja tey einki siga um niðurstøðuna.
Men av tí saman er tað danski statsadvokaturin, sum hevur tikið støðu í málinum, me heldur ikki har kunnu tey siga nakað, í hvussu so er ikki fyribils.
Men Jógvan Páll Lassen váttar, at skuldsetingin er slept, tí hon at einki grundarlag var fyri henni.
Teir tríggir menninir vórðu handtiknir og avhoyrdir, men vórðu síðani leyslatnir aftur og nú er skuldsetingin so heilt slept.
Samstundis hevur løgreglan eisini kannað um kvinnan skuldi skuldsetast fyri falska fráboðan, men eisini tað málið er slept.
|