Vit hava havt telefoniskt samband við Fíggjarligt Støðufesti eftir nýggjár, og nú bíða vit so eftir teimum, men eg vænti ikki at hoyra aftur hesa vikuna, sigur Regin Hammer.
Á nýggjárinum tók Regin Hammer við sum stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar eftir Gunnar í Liða. Men fráfarni stjórin er framvegis knýttur at samráðingunum um keypið av Eik Banka.
Gunnar í Liða fór frá á nýggjárinum, men av tí at hann ikki er farin í annað starv enn, hava vit kunnað drigið upp á hansara serfrøði, sigur Regin Hammer.
Samráðingar vóru við Fíggjarligt Støðufesti undan jólum, men samráðingarnar rukku ikki á mál.
Síðani var farið í jólafrí, og báðir partar hava so tugt eitt sindur upp á støðuna. Vit hava verið telefoniskt í samband við Fíggjarligt Støðufesti, og nú bíða vit so eftir at hoyra frá teimum aftur. Men eg vænti ikki, at tað verður hesa vikuna, sigur Regin Hammer.
Hóast tað hevur gingið spakuliga, so vónar forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum, at keypið verður avgreitt skjótt.
Tá slíkar stórhendingar fara fram á fíggjarøkinum, hava nevnd og leiðsla fingið ríkiliga afturlønt eyka arbeiðið. Men tað dugir Regin Hammer einki at siga um.
Vit hava als ikki umrøtt tann spurningin, so tað kann eg einki siga um, sigur nýggi forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar.