Einki gerst við oljublettirnar

Eygað verður hildið við oljuni, sum lak úr russiska trolaranum, men tað ber ikki til at taka hana upp Um átta tíðina í morgun sakk russiski trolarin Olshana við Flesjarnar í Tangafirði. Trolarin liggur á 70 metra dýpi, og tískil sæst einki til hann.

Einastu leivdirnar, sum síggjast, eru oljublettir, sum reka millum Stong og Eystnes og inn ímóti fýrinum á Garðsenda á Toftum.

270 tons av gassolju vóru í russiska trolaranum, og tað verður roknað við, at 15 tons runnu úr tanganum, sum hol varð komið á.

Enn er eingin avgerð tikin um, hvat skal gerast við oljuna, sum fór til botns við trolaranum.

- Vit hava eyga við oljublettunum, men sambært serkunnleikan á økinum gerst einki við hetta. At talan er um gassolju og ikki tungolju ber við sær, at skaðin ikki gerst so stórur, sum hann annars kundi havt verið, sigur Anni á Hædd, tilbúgvingarstjóri.

Veðrið var gott í nátt, og tað er framvegis gott veður. Forsøgnirnar siga, at hann fer at vaksa vindin av landssynningi fyrrapartin.