- Nýggjáraftan plagar at vera ein tann størsti dagurin í árinum hjá mær, men soleiðis er ikki hesaferð. Vit sigla í løtuni suður við Reykjalandsrygginum á veg á Flemish Kap. So fýrverk er einki av í ár.
Tað sigur Hjaltur Poulsen, skipari á línuskipinum, Ågot.
Hann vísir á, at 2015 hevur verið eitt gott og spennandi ár fyri hansara viðkomandi.
- Eitt av stóru upplivilsunum í árinum var, tá vit vóru við Ågot uppi í Vesturgrønlandi sum móðurskip hjá jollufiskimonnum.
Hjaltur sigur, at árið 2015 var spennandi og gevandi á ymiskan hátt, og hin allar besta tíðin í árinum var, tá hann saman við konu og børnum og famlju annars var á Rhodos í heyst.
- Tað eru altíð onkrar keðiligar løtur inn ímillum, men tær velji eg ikki at dvølja ov leingi við.
Skiparin sigur, at fyri árið 2016 hava teir í fyrsta lagi sett sær fyri at verða við til at fiska kvotuna á Flemish Kap.
- Eftir ætlan skulu vit aftur til Grønlands í summar. Í aðrar mátar ætli eg mær sjálvandi eisini at njóta góðu løturnar, eg havi saman við familjuni, sigur Hjaltur Poulsen.











