ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum til uppskotið hjá fiskimálaráðharranum um mánaðarligan minstaforvinning, verður upplýst, at fiskimálaráðharrin setti í desember 1999 ein arbeiðsbólk við umboðum m.a. frá Meginfelag Útróðrarmanna, Fiskimálastýrinum og Vinnumálastýrinum at meta um møguleikan at gera broytingar í verandi skipan við mánaðarligum minstaforvinningi til tess at bøta um inntøkutrygdina hjá teimum, sum hava útróður sum høvuðsvinnu, og at skipanin kundi gerast meira einsháttað við aðrar almennar skipanir, herundir skattaviðurskifti og arbeiðsloysisskipan.? Arbeiðsbólkurin kom skjótt til ta niðurstøðu, at í skattamálum verða útróðrarmenn viðgjørdir sum aðrir fiskimenn. Tað sama er galdandi fyri arbeiðsloysisskipanina, og at allir bátaeigarar verða viðgjørdir ájavnt við sjálvstøðug vinnurekandi. Hvat viðvíkur lønarhækking og frítíðarløn eru útróðrarmenn ikki undir somu skipan sum aðrir fiskimenn.
Ynski útróðrarmanna
? Arbeiðsbólkurin hevur víst á tey ynski um broytingar, sum umboðini fyri Meginfelag Útróðrarmanna settu fram í arbeiðsbólkinum. Millum annað var ynskt, at mánaðarligur minstiforvinningur verður avroknaður út frá avrokningini og ikki einum føstum prosenti, at mánaðarligur minstiforvinningur hækkar við sama prosentsatsi sum arbeiðaralønin, at frítíðarløn verður rindað av mánaðarligum minstaforvinningi, og at tað skal bera til at hava summarfrí uttan at detta úr skipanini.
? Um hesi ynski hjá útróðrarmonnum skulu setast í verk, so økist kostnaðurin av skipanini heilt munandi, og játtanin á fíggjarlógini fer ikki at halda. Fyri at spara økingina innaftur vísir arbeiðsbólkurin á møguleikar at økja kravda avreiðingarvirðið soleiðis, at færri bátar verða í skipanini. Semja var ikki um hetta í arbeiðsbólkinum.
Men Jørgen Niclasen ynskir at ganga nøkrum ynskjum á møti m.a. við at loyva møguleikan við summarfrí uttan at detta úr skipanini. Samstundis verður dentur lagdur á, at skipanin ikki elvir til misnýtslu av tølum og veruligum útróðrardøgum og avreiðingum. Eisini má skipanin verða møgulig at umsita.
800 krónur upp
Út frá nevndu fortreytum og fyri at bøta um inntøkutrygdina hjá útróðrarmonnum verður skotið upp av fiskimálaráðharranum, at mánaðarligi minstiforvinningurin hækkar við 800 krónum, og avrokningin av hýru verður lækkað niður í 35 prosent av brutto.
? Til tess at meirkostnaðurin verður tikin innaftur verður skotið upp, at kravda avreiðingarvirðið hækkar úr kr. 54.000,- upp í kr. 72.000,- fyri 6 mánaða skeiðið, og minkingin verður hækkað úr 50 oyru upp í 55 oyru fyri hvørja krónu. Hetta merkir, at minstiforvinningurin fellur burtur, tá fiskiparturin fer upp um kr. 16.363,64, sigur Jørgen Niclasen m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.