Einki FM í svimjing í Kringvarpinum

Fyri fyrstu ferð í mong ár verður FM í svimjing ikki sent beinleiðis í Kringvarpinum.

Um smáar tvær vikur verður FM í svimjing. Í nógv ár hevur hendan kapping verið send beinleiðis í sjónvarpinum, men soleiðis verður ikki í ár.

Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur, at tað fyrst og fremst er korona, sum er orsøkin til, at tað ikki fer at vera møguligt at fylgja við í Kringvarpinum.

- Vit noyðast fyrst og fremst at hugsa um tann ítróttaliga partin, og í samráð við KVF eru vit komin ásamt um, at tað er skilabest ikki at senda tað beinleiðis. Vit skulu fylgja tilmælunum frá myndugleikunum og ikki hava ov nógv fólk savnað. Somuleiðis skal tað vera møguligt hjá okkum at flyta FM-kappingina við stuttum skotbrá, um nú til dømis korona blussar upp aftur í komandi viku, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Hann greiðir frá, at man í tráð við tilmælini hjá myndugleikunum tí minkar um talið av fólki, ið koma uttanífrá til kappingina.

- Tað er sjálvsagt ógvuliga harmiligt, at tað skal vera so, men vit noyðast fyrst og fremst at hugsa um svimjararnar og trygd teirra. Vit síggja eisini í grannalondum okkara, at til dømis í Svøríki er meistarastevnan, sum skuldi vera nú, eisini avlýst, meðan tey í Íslandi als ikki sleppa í svimjihylin. Vit fara tó at hava kappingina, og so fara vit sjálvi at skipa fyri stroyming frá kappingini, so fólk hava møguleika at fylgja við. Men tað verður sjálvsagt ikki tað sama, sum vit eru von við, sigur formaðurin í Svimjisambandi Føroya.