Einki fiskimannaverkfall hesaferð

Í nátt er nýggjur eitt ára sáttmáli undirskrivaður millum manningarfeløgini og reiðarafelagið.

 

Manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Fiskimannafelagið, boða í nátt í tíðindaskrivi frá, at nýggjur eitt ára sáttmáli nú er undirskrivaður millum manningarfeløgini øðrumegin og reiðarafelagið hinumegin.

- Stutt eftir midnátt legði semingsstovnurin eitt nýtt semingsuppskot fram fyri partarnar. Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag góðtóku semingsuppskotið. Talan er um ein eitt ára sáttmála, siga feløgini.

Í tíðindaskrivinum verður lagt aftrat, at semjan í høvðusheitum byggir á frádrátt av kvotakeypi fyri kilo av fiski.

- Har reiðarar áður kundu draga alt keyp frá óbýttum, hava partarnir gjørt semju um í hvønn mun, manningin skal luttaka í kvotakeyp. Harumframt eru gjørdar aðrar tillagingar í sáttmálanum, siga manningarfeløgini í nátt.