Einki fiskarok higartil í heyst

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík er einki rok, men í løtum er fitt av landingararbeiði. ? Nei, her er ikki rokasligt, men heldur ikki einki at gera, sigur Pól Fuglø, landingarformaður Trý skp lógu við Kósabrúnna í morgun. Tey vóru partrolararnir Smaragd og Safir, sum landaðu í gjár og línuskipið Polarstjørnan, sum landaði mánadagin.

Trolararnir høvdu 126.000 pund tilsamans, meginparturin upsi, og Polarstjørnan hevði 100.000 pund av eitt nú brosmu,longu og hýsu.

Mánadagin landaði eisini línuskipið Grani, sum eins og Polarstjørnan hevði verið undir Íslandi hendan túrin.

Grani hevði væl meira av fiski enn Polarstjørnan, nevniliga 150.000 pund.

Í morgin kemur línuskipið Klakkur undan Íslandi. Teir hava eini 150.000 pund.

Veiðan hjá línuskipunum undir Íslandi er blandað, men serliga hava tey brosmu, longu og hýsu. Lítið er uppi í veiðini av toski.

Trolbátarnir, Fiskaklettur og Varðin, koma eisini inn at landa í morgin. Fiskaklettur hevur eini 25.000 pund, men óvist var, hvussu nógv Varðin hevur inni.

Tað hevur verið heldur smáligt við útróðri í Klaksvík seinastu tíðina. Streymurin hevur verið harður, og lítil roynd hevur verið. Nú er streymurin linkaður aftur, veðrið er gott, og bátar hava verið á útróðri í nátt.

- Eg haldi ikki, at útróðurin hevur vignast nakað serligt hjá bátunum higartil í heyst, men vónandi verður betur, tá ið líður longur út á heystið og veturin, sigur Pól Fuglø, landingarformaður.

Hann heldur, at bátarnir sum heild hava ligið niðanfyri 100 pund á stampin.

- Seinnu árini hava útróðrarbátarnir fingið nógvan fisk, mest sum alt árið, men í fjør byrjaði fiskiskapurin at minka ? og í ár hevur útróðurin sum heild eisini verið slakari enn tey góðu undanfarnu árini.

Pól Fuglø sigur, at hampiliga støðugt arbeiði hevur verið á Landingarmiðstøðini.

- Ikki nakað rokasligt, men her hevur verið fitt at gera í løtum, sigur hann.