Tvímansleikur í badminton hevur í dag verið, har fýra føroyskir leikarar hava verið í eldinum. Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir vóru á einum liði, meðan Rannvá og Brynhild Djurhuus Carlsson vóru á hinum liðnum.
Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir komu í sekstandapartsfinaluna, har tær ruku út fyri tveimum mótstøðuleikarum frá Guernsey.
Systrarnar, Rannvá og Brynhild Djurhuus Carlsson, komu allan vegin í hálvfinaluna, har tær tó ruku út. Tær taptu hálvfinaluna 2-0 móti tveimum mótstøðuleikarum frá Gotlandi.
Føroyar er tí ikki umboðað í finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum.