Javnaðarflokkurin ætlar ikki at fylgja tilmælinum frá Samfelagsfrøðinginum, Jógvan Mørkøre, um at gera eitt felags útspæl við Sambandsflokkinum um, hvat skal henda við ríkisrættarligu støðu Føroya.
Tá seinasta veljarakanningin varð almannakunngjørd segði Jógvan Mørkøre, at úrslitið bant Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin til at koma við einum felags útspæli ímóti tí hjá landsstýrinum. Úrslitið var nevniliga eitt greitt nei á fólkaatkvøðuni um fullveldisleistin hjá samgonguni og stór framgongd hjá bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.
Men kortini heldur Jóannes Eidesgaard tað ikki vera rætt at binda seg til eitt uppskot saman við Sambandsflokkinum og útiloka alt annað.
Kunnu semjast
Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot til eina Sjálvstýrislóg. Men Jóannes Eidesgaard vísir á, at Sjálvstýrislógin ikki er nakað endaligt uppskot frá Javnaðarflokkinum um, hvat skal henda á ríkisrættarliga økinum. Kortini staðfestir hann, at hon greitt sýnir, hvar Javnaðarflokkurin stendur í málinum.
? Vit í Javnaðarflokkinum vita, at tað eru partar í samgonguni, sum kunnu taka undir við Sjálvstýrislógini. Tí er tað ikki serliga skilagott av okkum at útiloka møguleikanum fyri samstarvi við Sjálvstýrisflokkin og kanska eisini Fólkaflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hetta samstarv skuldi havt sítt grundstøði í Sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum. Men Jóannes Eidesgaard er sinnaður at laga hana eitt sindur til, so til ber at samstarva.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at tað hevði verið at frásagt sær nakrar møguleikar, um Javnaðarflokkurin fór í tætt samstarv við Sambandsflokkin beinan vegin.
Kortini vil Jóannes Eidesgaard ikki heilt útiloka eitt samstarv við Sambandsflokkin. Hann heldur, at tað hevði borið til at funnið eitt felags stev við Sambandsflokkin á sjálvstýrisleið, hóast hann er sambandsflokkur. Tí tíðin í dag krevur sjálvstýrispolitikk, staðfestir hann.
Sjálvstýri við Sambandsflokkinum
Verða andstøðuflokkarnir størstir til eitt komandi løgtingsval, heldur Jóannes Eidesgaard, at tað ber til at fara upp í samgongu saman við Sambandsflokkinum og fáa avrikað nógv á sjálvstýrisleið.
? Sambandsflokkurin hevur staðið fyri afturhaldi, men nú er neyðugt at førka seg longur á sjálvstýrisleið, og tað rokni eg við, at Sambandsflokkurin vil, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tá Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin seinast vóru í samgongu saman, hótti Edmund Joensen, sum tá var løgmaður, við at slíta samgonguna, tí Javnaðarflokkurin vildi seta eina nevnd at kanna møguleikarnir fyri yvirtøkum. Men hetta heldur Jóannes Eidesgaard vera eina farna tíð.
Tá samgongan millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin slitnaði, segði Jóannes Eidesgaard, at hann fór ikki aftur í samgongu við Sambandsflokkin, so leingi Edmund Joensen var formaður.
Men Jóannes Eidesgaard stendur ikki longur við hesa útsøgn.
? Tá kravdu umstøðurnar, at vit smekkaðu bremsurnar í. Men nú er kemiin fín millum flokkarnar, hóast aktørarnir eru teir somu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum trýr ikki uppá eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum, fyrr enn løgtingsval er útskrivað.