Einki fóður yvirhøvur

Ein tungtvigandi grund til, at neytini vóeðu flutt úr fámara, var, at einki stráð er sligið á garðinum í summar

Í greinini um flutning av neytunum í Fámara varð nevnt, at illa bar til at flyta fóður til fjósið. Stjórin á Jarðarráðnum var kelda í samrøðuni.

Jóanes Dalsgarð, stjóri á Føroya Jarðarráði, vendi sær til blaðmannin, beint eftir, at blaðið var komið út og gjørdi vart við, at ein lítil misskiljing var íkomin okkara millum.

Væl er tað trupult at koyra kraftfóður til fjósið. Men tað, sum Jarðarráðið legði mest í var, at als einki hoyggj ella súrhoyggj yvirhøvur er í Fámara. Tí varð avgjørt at taka neytini úr fjøosinum og flyta tey aðrastaðni í Suðuroy.