Í einari kanning hjá danska vikublaðnum "A4", hevur danska fólkið ásett eitt fátækramark, ið sigur, at hevur tú eina inntøku undir 11.194 krónur, ert tú fátækur. Á heimasíðuni hjá Samtak, fýlist Samtak á, at landstýrið einki fátækramark hevur ásett. ES hevur ásett eitt fátækramark áljóðandi undir 60 prosent av meðalinntøkuni í einum húsarhaldi í landinum. Í Føroyum er eingin meðalinntøka ásett, og tí ber ikki til at seta eitt fátækramark. Landstýrið hevur nú sett eina fólkateljing í verk, ið kann brúkast sum grundarlag fyri at dagføra lógirnar.