Plaseraður millum rockutu The Dreams og hart rockutu Synarchy hevði Uni Arge eina hugnaliga og róliga framførslu í Føroya tele teltinum. Veðrið var sera gott, tá Uni við síni mildu rødd sang sínar kendu sangir á summarfestivalinum. Heilt fitt av fólki var eisini samankomið, helst komin beinleiðis yvir frá konsertini hjá The Dreams.
Uni spældi sangir frá báðum sínum útgávum. Umframt tey vanligu ljóðførini hevði Uni ein trompetblásara við sær. Tað riggaði serstakliga væl, tá tað gav ein livandi og hugnaligan café-stemning.
Tá Uni sang síðsta sangin hjá sær ?Býarmynd?, sang fjøldin við ? ella partur av henni, ið hvussu so er. Eftir tann sangin var tíverri ikki pláss til nakað eykalag, tá Synerchi, sum vóru næstir á skránni, vóru longu byrjaðir.
Í stuttum var talan um eina hugnaliga framførslu, har Uni ikki leyp nakað framav.