Tað hevur Lane Strauss gjørt fyri ESPN The Magazine, sum kemur út 12. Juli.
Tey hava valt heldur øðrvísi vinklar upp á ítróttin, og ein av teimum er “Bestu, bíligu plássini” til ítróttarkapping, og har heldur Lane Strauss, at Svangaskarði er í serflokki.
- Skalt tú av álvara hava eitt flott útsýni, skal tú fara til Svangaskarð, skrivar ESPN og endurgevur eitt umboð fyri Vivid Seats fyri at siga, at tað eru nógv áhugverd støð at vitja, men einki er sum Svangaskarð.
ESPN hevur eisini funnið eina mynd, sum er tikin omanfyri Svangaskarð á einum góðum degi, tá ið sólin skein, og grasið var grønt. Og tað sær rættiliga innbjóðandi út. Hvør veit, um amerikumenn fara at leita sær til Føroya at hyggja eftir onkrum av komandi EM-dystunum hjá Føroyum.