Einki er sum mammusa gras

TÍÐINDASKRIV

Eftir Páskir hava fólk á bygd møðuleika at síggja skemtileikin " Einki er sum mammusa gras" eftir Dario Fo, og sum Jákup Veyhe hevur leikstjórnað.
Ætlanin er at fara at ferðast við leikinum runt í Føroyum, men einki er orduliga avgjørt enn hvar fari verður at ferðast við leikinum. Tað fáa fólk at vita eftir Páskir.
Leikurin hevur verið sýndur í Sjónleikarhúsinum nú nakrar ferðir og seinastu sýningarnar áðrenn Páskir vera týsdagin, mikudagin, fríggjadagin og leygardagin, allir dagar kl. 19.00.
Atgongumerkit á kr. 100,- kunnu keypast á Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning, siga tey úr Sjónleikarhúsinum í tíðindaskrivi.