Frits Johannesen
??????????????
Tað var á einum sinni, at Johan Nielsen, sáli, var í útvarpinum í eini valsending til Fólkatingið og mælti hesi orð: Einki var sum ein føroysk mamma! Eg helt hetta vera ørvitistos, men Johan Nilesen visti, hvat hann segði. Hetta fall óivað í góða jørð hjá mongum, sum lurtaðu. Hann var í listumlærdur og orðaríkur sum fáur.
Morgunin eftir bar eg hetta upp á mál á lærarastovuni um hesa framsøgnina hjá Johan Nielsen. Tá helt ein eldri lærari fyri, at einki var sum ein føroysk trúgvandi mamma! Nei, nú bar einki til. Hann komi til mín, og Gud gevi mær tann góðan tíð at tala! Tá var eg nýklaktur lærari og skuldi fara at siga tí eldra læraranum ímóti, men í sama andadrátti segði ein annar, ið hevði starvast í Fuglafjarðar skúla í fleiri ár við tann eldra læraran. " Hvat heldur tú um ta vietnam-esisku mammuna, (Viet-namkríggið) sum liggur og doyr niðri í Vietnam við barni sínum í fanginum. Hevur hon ikki somu føling fyri sínum barni eins og tann føroyska mamman? Ella, hvat heldur tú um ta islamittisku mammuna, hevur hon ikki somu kenslur fyri sínum barni eins og tann føroyska mamman? Eldri lærarin sat, sum lundi sligin á nevið, og tað kvæddi ikki av honum, men eitt lítið bros fór um andlitið eins og eitt eftirsjóð av fávitskutu meiningini, sum fór sum døgg fyri sól.
Hoyri eisini, at ofta verður sagt, at einki er sum ein føroyskur sjómaður.. ja, ein føroyingur! Nei, tað vóru útlendingarnir, sum møguliga verða riknir av garði og hábundnir. Løgið er tað, at fólk, sum hava arbeitt í fleiri ár í hesum landi, skulu nú fara á ørmundarhúsið. Hví kunnu tey ikki vera her og fáa somu sømdir sum føroy-ingar? Er einki arbeiði, so lat tey koma undir somu viðurskifti sum føroyingar, sum gerast arbeiðsleysir... tí einki er sum ein føroyingur!
Nei, mær rann til hugs: Ein føroyingur! Hvør tók ímóti teimum ungu gentunum, sum blivu við barn í fimmti og seksti árunum? Var tað ikki mangan "Den danske Mødrehjælp"? Hvar fara tey samkyndu, tey, sum hava aids og tey, sum halda seg til teir rivnu brunnarnar bæði so og so? ? Hvar fóru føroyingar í fimmti árunum, tá ið hungur stóð í durinum her á landi? Fóru tey ikki til Íslands ..... í fleiri ár, sjómenninir sigldu við norskum skipum, týskum trolarum og bæði maður og kvinna arbeiddu í Grønlandi.... í fleiri ár. Øll tóku væl ímóti føroyskum sjómonnum og føroyskum arbeiðarum. Tað sama hendi, meðan kreppan var í níti árunum.
Ja, hvat er ein føroyingur, og hvat er ein føroyskur politikari?
Hugsaði eisini um orðini javnaður og brøðralag. Er hetta bara ein syltitoyskrukka, sum stendur á eini hill og er hýggjuskotin?
Nei, einki er sum ein føroyskur lærari!!!!!!!