Einki er sum aðru ferð

Rockbólkurin Chase hevur fingið nýggja heimasíðu í sambandi við ætlaninar at geva nýggja fløgu út

Nú ber til at jagsta Chase á internetinum.

Rockbólkurin, sum hevði sín stórtíð fyrst í nítiárunum, er heitur fyri at geva eina nýggja fløgu út, og í tí sambandinum hava teir gjørt eina heimasíðu á internetinum, har fjepparar kunnu fylgja gongdini hjá bólkinum.

Millum tað, sum er at finna á heimasíðuni, er eisini ein dagbók, har limirnir í bólkinum av og á ætla sær at skriva í. Edmund Jacobsen, sangari í bólkinum, sum saman við Niclasi Johannesen og Mikkjali Joensen arbeiðir við nýggjum tilfari til Chase, hevur longu skriva í dagbókina.


Chase var alt

Hann hugleiðir um farnar dagar við góðum og vánaligum konsertum, og hann heldur, at tað er so nógv hent síðani 1989, tá Chase av fyrstan tíð fór at spæla, at tað kann tykjast eitt sindur ræðandi at vekja djórið aftur úr dvala.

- Fyri okkum, sum vóru við í bólkinum, var bólkurin alt. Vit livdu og andaðu fyri hendan forbrenda rockbólkin, sum hevði hug til at yvirtaka og dominera tilveru okkara, skrivar Edmund Jacobsen.

Tey, sum hava hug at lesa meira av hugleiðingunum hjá Edmundi, ella bara eru so forvitin, at tey ikki kunnu lata verða við at síggja síðuna, kunnu tasta www.easy.to/chase á telduknappaborðið.