Hetta skuldi verið eitt upplagt høvi hjá Kringvarpinum at verið við at sett føroyskan tónleik í fokus, men Kringvarpið ómakaði sær ikki at verða til staðar mikukvøldið í farnu viku.
- Hetta snýr seg um føroyskan tónleik og ikki fyriskipararnar, men einki er størri enn Kringvarpið, og tá Kringvarpið ikki hevur hug at verða við, so halda tey seg burtur, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
- Nú hevur Kringvarpið onkur ár skipað fyri líknandi tiltaki, men tað gera tey heldur ikki longur, og tí kann tað tykjast løgið, at tey bara ignorera føroyskan tónleik á hendan hátt.
Um tað er ein trupulleiki, at tað er Miðlahúsið, sum skipar fyri tiltakinum, so kunnu vit lata fyriskipanina av Planet Awards víðari til onkran annan, so føroyskur tónleikur ikki kemur at svíða fyri, at tað eru júst vit, sum hugsa um tey, sigur Jonhard Hammer.









