Í morgin verður lok lagt á fótbóltsárið 2006. Tá er 27. umfar í Formula deildini á skránni, og spenningurin er stórur. Bæði í toppinum, har EB/Streymur og HB kappast um FM heitið og í botninum, har ÍF, B68 og VB/Sumba stríðast um at verða felagið, sum fer at leypa av, tá ið fasittlistin verður liðugur, og tvey nøvn fara at standa niðanfyri niðurflytingar strikuna.
Í morgin verður staðfest, um EB/Streymur fer at megna at varðveita styrkina og støðufestið, sum krevst fyri at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, ella um HB á málstrikuni fer at snýta felagsliðið.
EB/Streymur vinnur FM, um felagsliðið megnar javnleik á heimavølli móti KÍ. EB/Streymur er tvey stig og ellivu mál frammanfyri HB, sum á heimavølli skal spæla ímóti ÍF. Hjá fuglfirðingum verður tað bara sigurin, sum kanska fer at bjarga teimum undan niðurflyting, men tað fer at valdast um úrslitini hjá B68 og VB/Sumba.
Motivatiónin hjá KÍ á Eiði verður at varðveita fjórða plássið og rættin at luttaka í Intertoto. Um KÍ fær fult á Eiði, so er møguleiki at røkka bronsuni.
Steypavinnararnir í B36 hava góð kort á hondini í bronsustríðnum. Triðja plássið kunnu teir missa til GÍ, um gøtumenn vinna við fýra málum og til KÍ, um klaksvíkingar fáa fult á Eiði, og um B36 ikki fær meiri enn eitt stig í Gøtu.
Meðan FM stendur upp á spæl í Gundadali og á Mølini, so fara úrslitini í Gundadali, á Skála og í Runavík at gera av, hvørji tvey feløg skulu flyta niður.
ÍF hevur 16 stig, B68 18 stig og VB/Sumba 19 stig. Málmunurin kann fara at verða avgerandi fyri niðurflytingina. Málmunurin hjá ÍF er – 31, hjá B68 – 22 og hjá VB/Sumba – 49. Einasti møguleikin fyri ÍF bjarging er, at fuglfirðingar vinna í Gundadali og at VB/Sumba og B68 einki stig fáa.
VB/Sumba bjargar sær við sigri á Skála ella við javnleiki, um B68 ikki vinnur í Runavík. Møguleikin hjá B68 er treytaður av størri úrtøku í Runavík enn VB/Sumba úrtøkuni á Skála.









