Einki er avgreitt

Føroyski landsliðsleikarin, Súni Olsen, var í vetur partur av stóru útskiftingini í Viborg. Felagið hevur stórar trupulleikar við at vinna seg úr botninum, og í eini roynd at bjarga sær sessin í bestu donsku deildini, vóru fleiri nýggj andlit í hópinum, tá kappingin byrjaði í farna mánaða.

Við heimasíðuna hjá Viborg sigur Súni Olsen, at tað ikki er greitt, at hann heldur fram í felagnum eftir summarsteðgin.

- Einki er greitt enn. Eg hugsi heldur ikki nógv um tað. Eg hugsi um Viborg og stríðið, um at varðveita sessin í deildini. So fáa vit at síggja við framtíðini, sigur Súni Olsen.

Mánakvøldið stóð føroyski landsliðsleikarin fyri einsamalla málinum hjá Viborg, tá Olsen og liðfelagarnir taptu 3-1 á AC Horsens.