Einki er avgjørt

Champions League: Tað endaði við javnleiki 2-2 millum Real Madrid og Bayern Munchen

Í gjár var fyrra hálvfinalan í Champions League kappingini millum Bayern Munchen og Real Madrid. Heimaliðið var á odda 2-1, men tað endaði við javnleiki 2-2.

 

Tað var Real Madrid, sum kom á odda, tá Toni Kroos spældi Vinicius Junior leysan móti málinum. Hetta var eisini hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki svaraði heimaliðið aftur. Leroy Sané meddaði til úr høgru og bólturin brast í netmeskarnar.

 

Lítla løtu seinni stakk Lucas Vázquez beini út í verjustøðu og gjørdi brotsspark, sum Harry Kane umsetti til mál. Løtu seinni hendi tað sama í hinum brotsteiginum, tá Rodrygo fór umkoll. Vinicius Junior umsetti til endaligu støðuna 2-2.

 

Bayern Munchen – Real Madrid 2-2 (0-1)

 

0-1 Vinicius Junior, 24

 

1-1 Leroy Sané, 53

 

2-1 Harry Kane, 57 br

 

2-2 Vinicius Junior, 83 br

 

Bayern: Neuer; Kimmich, Dier, Kim, Mazraoui; Laimer, Goretzka (Guerreiro 46); Sané (Davies 87), Müller (Gnabry 80), Musiala; Kane

 

Real Madrid: Lunin; Lucas Vázquez, Nacho (Camavinga 65), Rüdiger, Mendy; Tchouameni; Valverde, Kroos (Brahim Díaz 75); Bellingham (Modrić 75); Rodrygo (Joselu 87), Vinícius Júnior