Einki er avgjørt enn

Hondbóltur: Alt er framvegis opið millum StÍF og Stjørnuna eftir fyrru hálvfinaluna teirra millum, sum StÍF vann 26-25

Kvinnuliðini hjá StÍF og Stjørnuni hava so at siga eins góðar møguleikar, tá liðini hittast til seinnu hálvfinaluna í Klaksvík 27. januar.

Dysturin á Skála mikukvøldið endaði við 26-25 sigri til StÍF, og sostatt er alt framvegis opið millum hesi bæði liðini.

Stjørnan legði hart út og kom á odda 3-0, áðrenn StÍF kom upp í leikin, men leiðslan hjá Stjørnuni helt sær bert fram til miðskeiðis í hálvleikinum, tá StÍF javnaði til 6-6.

Restina av hálvleikinum skiftust liðini um at vera á odda, og StÍF vann hálvleikin 11-10.

Seinni hálvleikur gekk nakað sum tann fyrri. Tað var sera javnt, og sum oftast skifti tað millum javnleik og eittmálsleiðslu til StÍF.

Tá tíggju minuttir vóru eftir, kom Stjørnan framum fyri fyrstu ferð síðani mitt í fyrra hálvleiki, tá Annika Ljósstein setti eitt brotskast í netið til 21-20.

Sama Annika var tann stóri spælarin hjá Stjørnuni, og hon skeyt tíggju mál. Tí kom tað eisini dátt við hjá klaksvíkingum, at hon, eftir hvat frættist, hevur fingið ein so ringan skaða í knæið, at hon ikki fær verið við aftur í ár.

Óheppið fyri Stjørnuna, sum fyrr í kappingarárinum eisini fekk so ringan skaða, at hon ikki verður aftur á vøllinum í ár.

Hjá StÍF skeyt Sóley Mikkelsen sjey mál, meðan Paula B. Jacobsen og Palma Petersen skutu seks í part.

StÍF vann dystin 26-25, og tað er sum vera man ótrygg leiðsla at taka við sær til Klaksvíkar.

Sum heild kann sigast, at tað í løtuni sær meira spennandi út hjá kvinnunum enn hjá monnunum, har finalistarnir tykjast at vera funnir.

Bæði Stjørnan og VÍF hava heimavøll í seinnu hálvfinaluni, og tá kann nógv broytast.