Seint í gjárkvøldið, tá Portalurin skifti orð við Anfinn Olsen, reiðara, segði hann, at enn er eingin endalig avtala komin upp á pláss um møguligt keyp av Faroe Seafood. Miðskeiðis í hesi vikuni sendi Varðin í Gøtu út stuttorðað tíðindaskriv, har sagt varð, at feløgini Varðin, Framherji á Toftum og Samherji í Íslandi vóru í samráðingum um møguliga at yvirtaka samtakið Faroe Seafood.
Lítið ítøkiligt er komið fram um, hvussu ein møgulig yvirtøka kundi komið at sæð út, men nevnt hevur verið, at verandi partapeningur í felagnum verður niðurskrivaður, at kredittorar mugu skarva burtur av samlaðu skuldini, sum liggur um hálva miljard krónur - og at nýggju eigararnir helst mugu seta einar 50 miljónir krónur í nýggjum partapeningi felagið.
Í samrøðu við Portalin segði Anfinn Olsen, reiðari í Framherja, at keypa nevndu feløg samtakið, er væntandi, at verandi virksemið hjá felagnum, sum fevnir um virkis-og skiparakstur, heldur fram - uttan steðg.
Seint í gjárkvøldið, tá Portalurin aftur skifti orð við Anfinn Olsen, segði hann, at einki nýtt er at frætta í málinum um møguliga yvirtøku.
- Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður, og enn eru viðurskifti at samráðast um, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin, segði reiðarin, Anfinn Olsen.