Einki EM til estar

Estland verður neyvan at síggja í EM-endaspælinum komandi summar, eftir at greitt tap í fyrra dystinum ímóti Írlandi. Portogal skuffaði við málleysum javnleiki á útivølli ímóti Bosnia/Herzegovina, meðan Kroatia tók Turkaland á bóli og Tjekka vann væntað á Montenegro

Liverpool: Við trimum sigrum í trimum teimum síðstu dystinum í EM-undankappingarbólkinum megnaði Estland at vinna seg fram á annað pláss í bólkinum framman fyri Serbia. Vinningurin var ein uppgerð móti Írlandi, har vinnarin sleppur við til EM-endaspælið, sum komandi summar verður í Polandi og Ukraina.
Fyrri dysturin ímóti Írlandi var spældur fríggjakvøldið í Estlandi og endaði við 4-0 sigri til írsku gestirnar. Keith Andrews legði Írland á odda longu áðrenn eitt korter var farið. Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk estiski miðverjin, Andrei Stepanov, sítt seinna gula kort og varð tí rikin av vøllinum.
Í seinna hálvleiki vísti Írland onga náði og skoraði tríggjar ferðir aftrat. Fyrst var tað Stoke-framherjin, Joanthan Walters, ið økti til 2-0, áðrenn Robbie Keane tvær ferðir økti til endaliga úrslitið 4-0. Estland fekk eisini hin miðverjan, Raio Piiroja, útvístan eitt korter fyri tíð.
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, var fótbóltsserfrøðingur á Sky Sports 1, sum vísti dystin beinleiðis. Hann var sjálvandi fegin vegna sínar landsmenn, og gjøgnum sendingina vóru dystirnir millum Føroyar og Estland fleiri ferðir uppi í prátinum.

Knúsandi kroatar
Kroatia er ein sterk fótbóltstjóð, men tað kom eitt sindur óvart á, at teir skuldu vinna heili 3-0 á útivølli ímóti Turkalandi. Longu eftir tveir minuttir legði Ivica Olic Kroatia á odda, og Mario Mandzukic og Vedran Corluka staðfestu síðani sigurin.
Cristiano Ronaldo og hansara menn á portugisiska landsliðnum megnaðu ikki at skorað á útivølli ímóti Bosnia/Herzegovina. Portugisar vóru ikki nøgdir við vøllin undan dystinum, men kunnu nú við sigri á heimavølli tryggja sær víðari luttøku.
Favorittarnir úr Tjekkia høvdu trupulleikar av Montenegro, sum var á vitjan. Ikki fyrr enn dysturin var meir enn ein tíma gamal, eydnaðist Vaclav Pilar at leggja Tjekkia á odda, og í evstu løtu tryggjaði Tomas Sivok heimaliðnum ein 2-0 sigur.
Returdystirnir verða í annaðkvøld.
--------

Play off-dystirnir

Estland-Írland 0-4 (0-1)
0-1: Keith Andrews, 13.
0-2: Jonathan Walters, 67.
0-3: Robbie Keane, 71.
0-4: Robbie Keane, 88. (br.)
Reytt kort: Andrei Stepanov, 35. (Estland), Raio Piiroja, 77. (Estland)

Bosnia/Herzegovina-Portugal 0-0

Turkaland-Kroatia 0-3 (0-2)
0-1: Ivica Olic, 2.
0-2: Mario Mandzukic, 32.
0-3: Vedran Corluka, 51.

Tjekkia-Montenegro 2-0 (0-0)
1-0: Vaclav Pilar, 63.
2-0: Tomas Sivok, 92.