Tað gjørdist einki norskt EM heiðursmerki á hesum sinni í EM endaspælinum í manshondbólti, sum hevur verið avgreitt í Póllandi.
Noreg tapti greitt bronsudystin 24-31 til Kroatia. Í steðginum var Kroatia á odda 15-11. Liðini fylgdust teir fyrstu 14 minuttirnar, tá støðan var javnleikur 6-6, tað næsta korterið stóð Kroatia fyri tí mesta.
Í seinna hálvleiki hevði Noreg eina góða periodu, tá teir komu uppá 18-19 og 21-22, men teir megnaðu aldrin at javna. Seinastu 10 minuttirnar vísti Kroatia høgt støðið, stongdi fyri, og vann greitt 24-31. Sander Sagosen gjørdist toppskjútti hjá Noreg við fimm málum. Domagoj Duvnjak gjørdist toppskjútti hjá Kroatia við seks málum.
Danmark gjørdist nummar seks, Svøríki gjørdist nummar átta, og Ísland gjørdist nummar 13 í EM endaspælinum hesaferð.











