Síðani Kekkia so at siga stjól sigurin á Svangaskarði 6. september hevur tað ligið í luftini, at tað, sum fór fram í gongini í B68 húsinum, tá spælararnir vóru komnir undir tak, fór at fáa onkrar avleiðingar fyri onkrar av føroysku spælarunum. Men nú er greitt, at tað verður einki meiri gjørt við hetta.
Spurningurin var fyri á fundi í disiplinnevndini hjá UEFA hósdagin 8. oktober, og har var avrátt at tað skal einki meiri gerast við søkina.
Hetta hevur FSF fingið at vita í telefaksi týsdagin 13. oktober ella dagin fyri, at landsliðið spældi í Skotlandi.
Vit skilja á lagnum, at dómarin hevur viðmerkt, at tað var áfast millum onkrar spælarar, og at onkur skal hava spýtt. Hann hevur nevnt onkrar spælarar, men hevur ikki verið førur fyri við vissu at sagt, hvør skal hava gjørt hvat, og so hevur UEFA valt at lata málið fara aftur við borðinum.
Eftir hvat vit hava skilt, so hevur dómarin einki nevnt í síni frágreiðing um lítið ítróttarliga atburðin hjá kekkum, tá teir gloymdu alt um fair play og skoraðu einasta málið.










