Tað sigur Aksel V. Johannesen eftir at Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur spurt hann um hetta.
Hann leggur afturat, at útfrá einum heilsupolitisku sjónarmiði er tað sera óheppið, tí tað er greiður samanhangur ímillum ovurnýtslu av sólstøðum og krabbameini í húðini og móðurmerkjakrabba.
Tað er arbeiðseftirlitið, sum hevur hesa uppgávuna, men haðani hevur landsstýrismaðurin fingið at vita, at hetta er ein uppgáva, sum tey ikki hava fíggjarliga orku at røkja.
Hann hevur áður boðað frá, at hann ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at forbjóða ungum undir 18 ár at fara í solarium.
Hesa ætlanina stendur hann við og uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku, sigur hann.
Enn hevur onki Norðurland bannað ungum undir 18 ár at keypa sær tíð í solarium tó at nógv kjak er um hetta í okkara grannalondum og í ES sum heild
Hinvegin hevur hann fingið at vita frá danska krabbameinsfelagnum, at í Fraklandi, Skotlandi, Spania og í Avstralia er tað bannað at hava ómannaðar sólstøðir.