Einki dreymalutakast

Føroyar var tað triðja navnið, sum varð tikið úr fyrsta bollanum, tá lutakastið var. Tað merkir, at Føroyar endaðu í bólki C.

Næsta landið í okkara bólki var Estland, og síðani endaðu Slovenia, Norðurírland, Serbia og at enda Italia í sama bólki.

 

Fyrsta staðfestingin eftir lutakastið má vera, at tað ikki var optimalt. Vit londum sum Estland, Slovenia og Serbia kunnu vit næstan rokna við minst einum stórtapi, tí royndirnar siga okkum, at vit hava tað ógvuliga trupult í móti londunum úr Eysturevropa.

Reint fíggjarliga smakkar hettar heldur ikki serliga væl, tí ferðir handa vegin eru langar og kostnaðarmiklar. Harumframt eru tað neyvan áðurnevndu lond, sum fara at fylla Tórsvøll ella Svangaskarð.

 

Tá sær betri út hjá Danmark, sum hevur grannatjóðirnar Ísland og Noreg í sínum bólki, umframt at liðið eisini skal eitt lítið legg til Portugal og Kypros.

 

Annars eru bólkarnir hesir:

 

A:

Aserbadjan

Kasakstan

Belgia

Eysturríki

Turkaland

Týskland.

 

B:

Andorra

Armenia

Makedonia

Írland

Slovakia

Russland

 

C:

Føroyar

Estland

Slovenia

Norðurírland

Serbia

Italia

 

D:

Luksemburg

Albania

Hvítarussland

Bosnia-Hersegovina

Rumenia

Frankaríki

 

E:

San Marino

Moldova

Ungarn

Finland

Svøríki

Holland

 

F:

Malta

Georgia

Letland

Ísrael

Grikkaland

Krotia

 

G:

Montenegro

Wales

Bulgaria

Sveits

England

 

H:

Ísland

Kypros

Noreg

Danmark

Portugal

 

I:

Liechtenstein

Litava

Skotland

Kekkia

Spania