Tað hevur verið stríður streymur av bilum um Suðuroyarfjørð seinstu dagarnar, tí fólk vilja fylla sær tangarnar, nú brennievni bara fæst í Suðuroy. Men nú er so í øllum førum einki diesel eftir í oynni – og tað vil siga, at einki diesel er eftir í landinum.
Effo hevur annars havt opið sum vanligt í Suðuroy, síðani verkfallið varð lýst, tí tey hava havt nóg mikið av brennievni á goymslu.
##med2##
Men nú er gekk ikki longur. Tá Smyril fór av Havnini klokkan 13 í dag, vóru eini 220 bilar við – og ein stórur partur var við á túrinum bara fyri at keypa brennievni. Fleiri av teimum, sum komu suður við dieselbilum máttu sum av torvheiðum norðuraftur, tí nú er einki diesel eftir í oynni.
##med3##
Effo boðar frá á heimasíðuni, at tey einki diesel hava eftir í landinum. Tey hava tó framveigs bensin í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba.
##med4##
##med5##















