Hóast danir sum heild taka undir við danska ES-limaskapinum, so eru tað nakrir danskarar, ið øvunda onglendingar fyri teirra fólkaatkvøðu um Brexit. Ein teirra er Kristian Thulesen Dahl, formaður fyri Dansk Folkeparti, ið fleiri ferðir hevur skotið upp, at danir skulu hava sína egnu fólkaatkvøðu um ES-limaskap. Sítt egna Dexit.
Eisini Morten Messerschmidt, sum í nógv ár hevur umboðað Dansk Folkeparti í ES-parlamentinum, hevur nevnt møguleikan fyri, at ein komandi stjórn setir eina fólkaatkvøðu á dagsskránna.
Men tað verður neyvan undir verandi stjórn. Í samrøðu við Berlingske staðfestir Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, at hann als ikki er sinnaður at hava eina slíka fólkaatkvøðu.
- Eg fari ikki at luttaka í nøkrum slíkum, sigur forsætismálaráðharrin, áðrenn hann útgreinar sína hugsan um evnið.
- Tað hongur soleiðis saman – uttan at ljóða hástórur – at man skal jú spyrja fólkið, um man ynskir at broyta nakað. Tað gevur ikki meining, at ein stjórn spyr danskarar, um vit skulu fara úr ES, um stjórin ikki sjálv mælir til tað ella hevur tað sum mál. Tað er fullkomiliga øvugt. Vinstra kann ikki luttaka í einari stjórn, ið hevur sum mál, at Danmark skal úr ES.
Seinni í samrøðuni ger hann enn einaferð greitt, at tað als ikki kemur upp á tal, at Vinstra verður partur av einari samgongu, ið kann seta ES-limaskapin í váða.
- Vinstra fer aldrin at sita í einari stjórn, sum við støði í samgonguskjalinum, hevur ætlanir um at seta ferð á eina tilgongd, ið kann enda við, at vit melda okkum úr ES. Tað fer ikki at henda, sigur Lars Løkke Rasmussen við Berlingske.










