Einki CIA í Evropa

Eitt uppskot um at stovna eina felags evropeiska fregnartænastu eftir amerikonskum leisti fekk ikki undirtøku á fundi ímillum innanríkis- og løgmálaráðharrarnar hjá ES-londunum hósdagin.

Tað var Eysturríki, sum legði uppskotið fram. Eysturríkska stjórnin heldur tað vera rætt at skipa eitt evropeiskt CIA, sum skuldi havt eftirlitið við yvirgangsfelagsskapum og forðað fyri, at fleiri lond ella felagsskapir fáa fatur á hópoyðingarvápnum.

Men uppskotið fekk ikki undirtøku. Írski løgmálaráðharrin, Michael McDowell, sigur, at tey evropeisku londini eiga at menna løgreglusamstarvið Europol heldur enn at skipa ein stovn afturat. Á einum tíðindafundi hósdagin segði McDowell, at "ein noyðist at læra at ganga, áðrenn ein dugir at renna". Írland hevur í løtuni formansskapin í ES.