Einki bussskýli á Oyrarbakka

    

Jón Ellendersen
Oyrarbakki
????????????
Tað kann tykjast eitt sindur løgið, og eisini eitt sindur ábyrgdarleyst, at Oyrarbakki sum ein av teimum fáu bygdunum í Føroyum einki bussskýli hevur, ikki minst tá hugsað verður um, at vit hava ein stóran skúla, har børnini mangan standa í regni, kava, stormi og kulda og bíða eftir bussinum.
Og bíða, tað noyðast øll sum ætla sær við Bussleiðini av Oyrarbakka, tí bæði bussurin úr Leirvík og úr Havn kemur tá tað, so at siga, passar honum. Til tíðina kemur hann so ikki, hvør orsøkin so man vera.
Tað kann ikki vera rætt, at børn og eldri fólk skulu fáa karm omaná karm, standa og frysta í kulda uttan nakran sum helst møguleika at kroka, og næstu ferð bussurin støðgar, um tað so er norðureftir, suðureftir ella út móti Skálafjørðinum, standa øll trygt og gott í bussskýlinum, væl vard móti regni, vindi, kulda og kava.
Eg vóni, at hetta brævið er nóg mikið, tí um stutta tíð letur upp ein nýggjur stovnur, ein barnagarður, vøggustova og frítíðarheim í einum, og tá haldi eg, at tað líkist ongum, at bert tey, sum hava egnan bil, hava tað fullu gleðina av stovninum.
Sjálvandi er onkur orsøk fyri, at vit einki skýli hava, men um tað so bert eitur fyribils, sum er mest útbreidda sjúka í Føroyum, so hava børnini, sum ganga á felagsskúlanum, tey gomlu, sum ætla sær suðureftir ella aðra veðir við bussinum, rætt til eitt skýli.
Við vón um, at tá skúlin byrjar aftur, stendur eitt flunkandi nýtt skýli og bíðar eftir næmingunum.