Á landsfundi í Føroya Fiskimannafelag í dag, ásannaði formaðurin, Jan Højgaard, at felagið einki fekk burtur úr at siga sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp á hesum sinni. - Eitt av okkara krøvum var at fáa eftirlønina í prosentum í staðin fyri sum eitt krónutal fyri hvønn mynstraðan dag. Vit kravdu eisini at fáa prosentbýtið hægri fyri flestu veiðihættir.
Men einki av hesum eydnaðist, ásannaði Jan Højgaard á landsfundi hjá Fiskimannafelagnum í dag.
Hann segði, at Reiðarafelagið hevði sum mótkrav, at teir skuldu kunna taka bíliga útlendska arbeiðsmegi umborð á skipini.
- Reiðarafelagið legði stóran dent á júst hetta mál ? so stóran, at tað gjørdist til eitt ultimatum, sum Jan Højgaard tók til.
Hann segði, at eftir hetta slitnaðu samráðingarnar millum partarnar, tí eingin semja um broytingar var í eygsjón.
- Vit vistu, at fóru vit at geva okkum í spurninginum um bíliga útlendska arbeiðsmegi, hevði stórur partur av føroysku fiskimonnunum verið koyrdir í land.
Jan Højgaard segði, at stutt eftir slitið ringdu umboð fyri Reiðarafelagið til Fiskimannafelagið og spurdu, um fiskimenn høvdu hug at leingja verandi sáttmála.
- Eftir skjóta viðgerð, játtaðu vit at leingja sáttmálan, segði Jan Højgaard á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag í dag.











